Hanarnir bastu havkallunum

Eins og í olympisku finaluni í 2008, so setti Frakland Ìsland væl og virðiliga uppá pláss

Hondbóltur

Ìsland megnaði bert at fylgja við Fraklandi í fyrra hálvleiki í EM-hálvfinaluni, sum var spæld leygardagin. Bjørgvin Gustavsson bjargaði líka nógvum royndum, sum franski málverjin, Thierry Omeyer, og tann ungi Aron Pálmarsson hamraði seks bóltar inn, so Ìsland kundi fara til hálvleiks, bert aftanfyri við tveimum málum. Men tað var skjótt, at støðan 14-16 versnaði.

Fulla skrúva á
Fraklendingar settu fulla skrúvu á í seinna hálvleiki, og teir vunnu at enda ein tryggan 36-28 sigur á. Tíðliga í seinna hálvleiki kom Frakland á odda við átta málum, og tá gjørdist brekkan sera brøtt hjá íslendingum. Nikola Karabatic vísti sannan klassa, tá hann setti 9 av 9 royndum í íslendska kassan, og tá 11 minuttir vóru eftir, kundi hann eykaleysur seta seg á beinkin, fyri at hvíla seg til finaluna.
Aron Pálmarsson fekk ikki fleiri kassar inn. Thierry Omeyer var eisini eina tonn betri, enn Bjørgvin Gustavsson, og so gjørdist munurin eyðsýndur. Ìslendski venjarin, Guðmundur Guðmundsson var sera bersøgin aftaná 28-36 tapið, og segði bart út, at tað var syrgiligt at síggja íslendska liðið ta fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Hann helt, at hansara spælarar gjørdist mótleysir alt ov tíðliga í seinna hálvleiki, og segði seg ikki skilja hví hetta hendi.