Hamstrað bensin er brandfella

Brúka fólk tilvildarligar dunkar til bensinið, sum tey hava hamstrað, er stórur vandi fyri at tað dunkarnir leka og at bensinið eksploderar Í berum verkfallsótta hava fólk lagt bensin inn undir seg í stórum nøgdum. Men eru dunkarnir ikki góðkendir, er stórur vandi fyri, at bensini etsar hol á dunkarnir, so tað lekur út, antin sum veska ella vandamikil dampur.

? Goymið bensini í góðkendum dunkum og brúkið tað sum skjótast, ljóða ráðini frá Brunaumsjónini og oljufeløgunum.

Sambært Niels Juel Nattestad, stjóra í Statoil Føroya, so seldu teirra bensinsølur í gjár nógv meiri bensin enn vanligt.

Festir lætt í

Hann sigur, at um fólk hava keypt bensin upp í dunkar, so hevur tað ómetaliga stóran týdning, at tey ikki liggja inni við bensini, sum verður goymt í tilvildarligum íløtum.

- Tendringspunktið hjá brennievni verður býtt upp í tríggjar bólkar, har bensin verður bólkað í eldfimasta bólkin. Tað kann festa í við lægri enn 21 stigum, og enntá eisini við minusstigum, sigur Niels Juel Nattestad.

- Bensindampur tendrar við brestin, um neisti kemur at! Hav tí bensinið í góðkendum dunkum og undir uppsýni, sigur Niels Juel Nattestad

Fyll á bilarnar

Hákun Djurhuus, stjóri í Føroya Shell, sigur, at sølan hjá teimum eisini hevur verið góð seinastu dagarnar. Talan hevur tó ikki verið um eykasøla, men sølan hevur forskotið seg nakað.

- Tá fólk bunkra bensin, ber til at keypa góðkendar dunkar frá okkum. Um fólk liggja inni við bensini í dunkum, so fyll bensinið í bilarnar sum skjótast, og brúkið tað annars sum skjótast. Ella ger eitt gerðabýti, so onkur annar kann brúka tað, sigur Hákun Djurhuus.