Hamskiftir føroyingar høvdu meistararnar á húkinum

Tá ið innskifti Christian Lamhauge Holst við knallhørðum skoti setti stjørnuna í italska málinum undir trýst, hildu fleiri av heimsmeistarunum seg um høvdið í ótta og bivan

Fótbóltur

 

Italia er framvegis heimsmeistari, og Føroyar eru framvegis nummar 185 á FIFA styrkislistanum. Men eftir framúr løtuna í regninum og fríska lotinum á Tórsvølli leygarkvøldið, er tað vorðið nógv meiri hugaligt at vera fótbóltsáhugaður føroyingur.

Italiumenn hava higartil kent Føroyar fyri klippfiskin og saltfiskin. Nú vita italiumenn um føroyska fótbóltslandsliðið, sum leygarkvøldið var orsøk til, at adrinalinið pumpaði nógv meiri, enn roknað varð við. Bæði hjá italiumonnum á og kring Tórsvøll og hjá milliónunum, sum kring stilvalandið sótu og bitu negl, meðan Føroyar, sum 2. hálvleikur leið, rættuliga megnaðu at bjóða heimsmeistarunum av.

Rógvi Jacobsen setti heimsins besta verjuspælara og fótbóltsspælara yvirhøvur, Real Madrid stjørnuna Fabio Cannavaro, sum spældi fyri 107. ferð á landsliðnum, av og skoraði.

Fíni stútarin hjá Rógva Jacobsen til 2-1 eftir hart og neyvt innlegg frá Atla Danielsen setti futt í føroyingarnar. Bornir av áskoðararópunum, sum geltu meiri yvir høvuðsstaðin, enn tey hava gjørt nakrantíð í Tórsvallar tíðini, megnaðu føroysku spælararnir at framala eyka orku og hugflog, og møguleikin var har fyri útjavnandi málinum.

Tað fór stórur skelkur ígjøgnum italsku leguna, tá ið fínt føroyskt samanspæl endaði við, at innskifti og sera væl upplagdi Christian Lamhauge Holst tamdi bóltin eitt sindur til høgru í brotsteiginum og smekkaði til. Buffon hálvbjargaði, og bólturin varð beindur burtur, áðrenn næsti føroyingurin fekk skumpað hann um strikuna.

Javnleikur hevði kanska verið mest sum ov nógv av tí góða. Italia legði seg beinanvegin á odda eftir ikki serliga sannførandi føroyskt verjuspæl, og stutt eftir steðgin var Filippo Inzaghi aftur upp á spæl, tá ið hann snildisliga luskaði seg leysan við handara stólpan og eftir innlegg frá Tommaso Rocci úr høgru við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

Í fleiri øðrum støðum spældu heimsmeistararnir seg til upplagdar møguleikar. Men teir vóru ikki so neyvir, sum tað sømir seg besta landsliðnum í heiminum, og føroyska liðið stóð seg í verjupartinum. Munandi betri, enn tað sømir seg nummar 185 í heiminum, tá ið mótstøðan er tann besta, sum kann hugsast!

 

Hugflog, skipan og sjálvsálit

Lítið sannførandi avrik á vøllinum og vánaligur hýrur millum áskoðararnar, sum hava kent seg snýttar. Tað hevur leingi verið niðurlagið, tá ið landsliðið hevur spælt.

Leygarkvøldið varð alt øðrvísi. Tá ið avrikið verður vigað á heimsmeistara vektini, so kann ikki sigast annað, enn at talan var um avrik, sum Føroyar sjáldan ella kanska rættari ongantíð áður hava víst. Serliga í framrættaða spælinum var avrikið betri enn áður.

Venjarin hevði givið sínum monnum boð um at taka hetta sum eitt upplivilsi. At teir høvdu tikið hetta til sín sást beinanvegin. Skipanin og javnvágin á liðnum vóru fín, sjálvsálitið var stórt, og logiska avleiðingin av hesum var, at undirhaldsvirðið var í topp.

Jákup Mikkelsen vísti, at hann framvegis er nógv tann besti føroyski málverjin. Verjuparturin var væl og tilvitað skipaður. Vongverjarnir stóðu seg væl, miðverjarnir vóru stinnir, síðuspælararnir vóru drúgvari í framrættaða partinum, enn teir leingi hava verið og arbeiðssamir í verjupartinum.

Ikki minst Christian Høgni Jacobsen, sum hevur havt ilt við at halda støðið, síðani hann flutti til høvuðsstaðin, var støðug hóttan.og setti Massimo Oddo grá hár í høvdið.

Størsti framburðurin var tað, at sentralu miðvallararnir hesa ferð megnaðu at binda saman – bæði í verju og álopi. Hóast Pirlo og Del Piero av og á vístu, hvussu framúr teir eru, so góvu Súni Olsen og Mikkjal Thomassen ikki Gattuso og øllum hinum nógv eftir.

Føroyingarnir vóru ongantíð stressaðir. Tað kom væl við, at italiumenn ikki, sum so nógvir aðrir hava gjørt tað, pressaðu og kringsettu einstøku føroysku spælararnar. At plássið var eitt vet meiri, enn tað ofta hevur verið, varð full nytta fingin burturúr. Temjingar og smáar kropsfintur og snildar vendingar, samanspæl á smáum økjum, yvirlapp, fínar flytingar, sendingar í dýpdina og diagonalsendingar og soleiðis kundu vit hildið fram.

Veðrið kundi havt verið betri. Regnið og fríska lotið duttu niður ímillum fínan fríggjadag og eins góðan sunnudag. Men tað varð ikki hugsað um hetta, tá ið pólverski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.

Jógvan Martin Olsen og føroyskur landsliðsfótbóltur vístu seg frá síni allar bestu síðu. Um tað verður hildið fram í hesum stílinum, so verður tað skjótt, at munurin frá Italia og aftur til Føroya verður væl minni enn 185 pláss.

Føroyar høvdu heimsmeistararnar á húkinum. Stútarin hjá Jón Róa Jacobsen dygst omanfyri málið eftir horna og framúr skotið hjá Christian Lamhauge Holst skelkaðu italsku spælararnar, sum stóðu við hondunum um høvdið, tá ið sjálvskrivaðu stigini vóru um at gleppa teimum av hondum.

Landsliðið! Takk fyri eina fína løtu. Vit møta fegin til endurtøku av avrikinum og vónandi uppaftur betri úrslit á Svangaskarði mikukvøldið!