Í kvøld frá kl. 19 til 23, skipar FPS – Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar, fyri tiltaki á Reinsarínum í Havn.
Hamskifti kann verða so mangt... Sambært fólkatrúgv, hamskiftast fólk viðvhørt av egnum og frælsum vilja meðan hetta aðrar tíðir kemur yvir tey av øðrum ávum. í Bókini “Ver Úlvur –wargus esto” sigur Héðinn Unnsteinsson frá, hvussu hann í eina tíð var maður í úlvshami, hvussu hann í sínum sjúkuherðindi ikki bara sjálvur skifti ham, men hvussu hann upplivdi umheimin og umhvørvi at skifta ham. Í bókini fylgja vit ferð hansara inn í ein annan heim, sum ongin hevur tamarhald á, har hann spakuliga misti tamarhaldi á sær sjálvum, til íbúgvandi úlvin. Hann valdi tað ikki sjálvur... Hamskifti kom yvir hann... Hetta kvøldið fáa vit høvi at lurta, meðan Poul Guttesen fer at hava eina samrøðu við Héðinn um hesi viðurskifti.
Pól Huus Sólstein valdi sjálvur hamskifti...Í øllum førum í ein ávísan mun, og skýrir hann seg sjálvan “The great pretender” – Spurningurin er, um hann stýrdi hamskiftinum ella hamskifti stýrdi honum? Ella ber til at bæði gera seg galdandi í senn? Tað fáa vit eitt størri innlit í, tá hann fer at hava framløgu um sínar upplivingar undir heitinum ” The Great Pretender ” - við undirheitinum “Ein søga av mongum ymiskum við bipolarum sinni “.
Christian Fróði Djurhuus hevur eisini upplivað heimin, umhvørvið og sjálvan seg at skifta ham, uttan at hann vildi tað sjálvur. Upplivingarnar í heiminum, sum áhaldandi og allatíð skiftir ham, skapa aloftast eina dýbd í menniskjanum sum hava vitjað tann heimin og tað dýbdina fáa vit innlit í, í yrkingarsavninum hjá Christian Fróði “Úti í haganum meðan skýmingin dettur úr vindeyganum”. Eisini sleppa vit at njóta hansara frálíku, floyalsmjúku, myrku rødd, tá hann fer at syngja lagfagrar countrysangir.
Umframt hesar mergjaðu menn, sum hava vitjað hin heimin, verður vitjan av Tormóði Stórá, yvirlækna á Psykiatriska deplinum, sum hevur halga arbeiðislív sítt til at skilja, fáa onnur at skilja og gera uppihaldi í hinum heiminum lættari, styttri og lagaligari, umframt at vilja hjálpa fólki at hava tamarhald á hamskiftinum.
Fáur hevur sum Kári P duga at yrkt og sungið um fólk á eggini! Hann er ein av okkara allafremstu sosialkritisku vísusangarum og tað er okkum ein sonn frøi, at hann vil ríka okkum løtuna við sínum tankavekjandi sangum, sum hava tankagóðs í sær til nógvar løtur, langt aftaná, at gittarin er tagnaður og røddin fánað burtur....
Aðrir tónleikarar verða eisini at ríka okkum løtuna: Mike er vælkendur í føroyska tónleikalívinum, millum annað fyri at lata gamla slagarar í nýggjan ham. Sámal Lindenskov er serliga kendur í føroyska jazzumhvørvinum, sum ein framúrskarandi guitarsnillingur, Sámal spælir undir tá bæði Mike og Christian Fróði syngja.
Vónin hjá stigtakarunum er, at hamskifti skal fara fram í Reinsarínum hetta kvøldið. Ikki av tí tamarhaldsleysa, óttavekjandi slagnum, men av tí slagnum, sum slóðar fyri rúmligheit, avstigmatisering og einum longsli eftir, at skilja hin heimin, sum ongin hevur tamarhald á.










