Í gjár fann ísfiskatrolarin, Hamranes, sum partrolar saman við Breiðanesi, eina seismikboyu eystan fyri Føroyar.
Tað vita tey á Vørn at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at ein slík boya verður brúkt til seismikkanning, men einki verður sagt um, hvaðani boyan stavar.
- Brimil og Vørn taka sær av boyuni og fara at seta seg í samband við rætta eigaran, siga tey á Vørn.
Vit kunnu leggja aftrat, at ísfiskatrolararnir, Hamranes og Breiðanes, eru heimahoyrandi í Hvalba.
##med2##












