Ólavsøkan nærkast í stórum, og tann so vælkenda og vælumtókta ólavsøkukabarettin er aftur á skránni í ár sum undanfarin ár.
Teir fimm leikararnir Ronni Poulsen, Nicolaj Falck, Hanna Flóvinsdóttir, Kornelius "Blisand" Joensen og Eyðfinnur Stensen lova fólki eitt gott grin um tey leita sær niðan í Sjónleikarahúsið okkurt av ólavsøkukvøldunum.
Seinastu dagarnar hevur verið vant frá morgni til myrkurs, og nú er alt við at vera klárt.
? Vit hava verið í sving í eini 12 dagar, og vit kunnu lova áskoðarunum eina hamrandi stuttliga og feita kabarett, siga teir fimm leikararnir.
Hesar 12 dagarnar hava tey vant, funnið búnar, skriva sketsjur, sett saman og alt annað, ið hoyrir til fyrireikingarnar av eini slíkari kabarett.
? Grin verður gjørt burturúr nógvum kendum persónum, sum hava gjørt okkurt býtt seinasta árið. Vit eru ikki bangin fyri at gera nakran firtnan, tí fólk eiga at vita, at tá tey koma til kabarett, so eiga tey ikki at taka tað, sum sagt verður, so tungt. Men tá ein til dømis er politikkari, so eigur ein at vita, at vandin fyri at gjøldur verður gjørt burturúr einum er størri enn um ein var ein vanligur persónur, greiða "de 5" frá.
Tey siga eisini, at tað kanska ikki ger so nógv, um tey gera ein persón firtnan, tá tey kunnu fáa 100 onnur at flenna.
Frumframførsla leygardagin
Leygardagin klokkan 19.00 verður frumframførslan í Sjónleikarahúsinum. Teir fimm leikararnir vilja tó ikki avdúka ov nógv áðrenn stóra kvøldið.
? Tobbi, boppur, boppur, boppur... vit gera eitt sindur gjøldur burturúr list, vit brúka eitt kent luftslag, og ja, hetta man vera tað, sum vit vilja avdúka áðrenn kabarettin fer í gongd.
Eisini lova tey áskoðarunum ein rættan hvøkk, so blóðtrýstið skal vera í lagið, um tú ætlar tær til kabarett. Og, leggja leikararnir afturat: "Man má ikki verða for sartur um man ætlar sær at hyggja!".
? Kabarettin fevnir vítt í ár. Vit hava fingið nógv evnir við, og tí verður hon fjølbroytt. Havnin er væl umboðað, men tað eru tey smærru støðini sanniliga eisini.
Nógv gott fólk hevur verið við til at hjálpa við kabarettini vilja tey vísa á, og nevna tveir persónar: Jákup Veyhe og Gutta Winther. Og eru leikararnir eisini sera væl nøgdir við tónleikararnar og tónleikin.
So um tú vilt hava ein góðan látur á ólavsøku, er at leita niðan í Sjónleikarahúsið, tí har lova Ronni, Nicolaj, Kornelius, Hanna og Eyðfinnur at undirhalda tær eina løtu.
Samrøða við tónleikararnar er at lesa aðrastaðni í blaðnum.