Hamradun á pall í Klaksvík

Í kvøld í Spaniastovu.

Tónabrúgv 2018

Fyrsta konsertin í ár verður við Pól Arna Holm og John Áka Egholm í kvøld í Spaniastovu.

 

 


Pól Arni og John Áki úr fólkarokkbólkinum Hamradun fara at siga frá og at framføra egin løg og tulka ymiskan útlendskan fólkatónleik.

Hamradun læt sína fyrstu fløgu úr hondum í 2015, av hesi útgávu hevur lagið Sinklarsvísa verið nógv spælt. Frammanundan er Pól Arni serliga kendur fyri at syngja sangin á Orminum langa.