Hamradun í Danmark: 9 av 10 skøltum

Herfyri var føroyski rockbólkurin Hamradun í Keypmannahavn og spældi sín eyðkenda kvæðarocktónleik.

 

Talan var um Udgårdsfest í Pumpehuset, ið er eitt væl kent spælistað í Keypmannahavn við mongum árum á baki.

 

Hamradun luttók millum nógvar aðrar bólkar, men fær tó betsa ummælið hetta kvøld frá Heavymetal.dk. Hamradun fær 9 av 10 møguligum skøltum - ikki stjørnum, og ummælarin sigur, at orsøkin til at hann ikki gevur 10 bert er, at kvæðaløgini eru heldur fábroytt, einsljóðandi.

 

Ummælið sæst her: Udgårdsfest 2023 | Koncertanmeldelse | Heavymetal.dk