AaB-venjarin Erik Hamrén fegnaðist í gjár um, at AaB hevði tryggjað sær heiðursmerki í superliguni annað árið á rað. AaB spældi í Parkini, og FCK vann heili 4-0.
- Vit hava skrivað søgu í dag. Hetta er fyrstu ferð, at AaB vinnur heiðursmerki tvey ár á rað, og tað fegnast vit um, hóast tað ongantíð er stuttligt at tapa 4-0, segði Hamrén eftir dystin.
Hann mann tó síggja stórar møguleikar í at vinna gullið í superliguni, tí AaB skal bert vinna ein av sínum trimum seinastu dystum.