Í gjár var lutakastið til undanumfarið í Europa League. NSÍ fekk Rosenborg, og tað verða tveir dystir, sum Erik Hamrén, venjari hjá Rosenborg, gleðir seg til.
- Eg havi ongantíð verið í Føroyum fyrr. Tað verða tveir hugaligir dystir. Eg var venjari hjá tveimum føroyingum í Aalborg (Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen, blðm.), og eg veit, at føroysk feløg hava roynst væl móti dønum áður. Men vit vita lítið um NSÍ í løtuni. Vit eru tó sannførdir um, at tað ikki verður ein avgreiðsluspurningur. Men málsetningurin er sjálvsagt, at vit skulu í bólkaspælið, sigur Erik Hamrén, venjari hjá Rosenborg, við RBK.no.
Eisini leiðslan í norska felagnum er fegin um, at mótstøðuliðið eitur NSÍ.
- Vit eru sera væl nøgdir við lutakastið. Vit kundu eitt nú fingið eitt lið frá Kasakstan, har tíðarmunurin hevði stórur. Tað hevði verið ræðuligt. Men nú sleppa vit bíðliga við ferðing og øðrum, sigur Nils Skutle, dagligur leiðari í Rosenborg, við RBK.no.