Tað er hampuliga stórur áhugi fyri at sleppa við, tá ið Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, skipar fyri ferð til Ísrael seinni í vár.
Tað sigur Niels Winther, ráðgevari í Vinnuhúsinum
Samgongan hevur sett sær fyri at stovna eina føroyska sendistovu í Ísrael og í hesum sambandi fer Jenis av Rana á ferð til Ísrael í vár at tosa við myndugleikar har um mannagongdina í sambandi við stovnanina.
Men hann hevur sagt, at tað hevur verið áhugi frá føroyskum virkjum at sleppa við á eini slíkari ferð, og tískil hevur hann nú bjóðað føroyskum fyritøkum við á ferðini við tí endamáli at knýta samband við vinnulív áhugaðar partar annars, í Ísrael.
Og Niels Winther sigur, at tað hevur víst seg at vera hampuligur áhugi fyri at sleppa við. Hann sigur, at fyribils hava einar 10 – 15 fyritøkur boðað frá, at tær eru áhugaðar.
Men um allar koma við tá ið avtornar, ella um fleiri leggjast afturat, er ikki til at siga, sigur hann.
Hann sigur, at enn hava tey ikki fingið av vita akkurát, nær ferðin verður, og fyrr enn tað er greitt, ber ikki til at biðja virkið koma við eini bindandi tilmelding.
Niels Winther sigur, at talan er um fyritøkur í ymsum vinnum, og talan er bæði um størri og minni fyritøkur.
Løgtingið hevur játtað 2,5 milliónir í fíggjarlógini fyri í ár til eina føroyska sendistovu í Ísrael, men annars kostar hon einar fýra milliónir um árið at reka.
Í løtuni hava vit at kalla als ongan samhandil hava við Ísrael og tí fekk ætlanin um eina føroyska sendistovu heldur kaldliga móttøku í Løgtinginum, bæði frá tinglimum í andstøðuni og tinglimum í samgonguni.
Men Jenis av Rana hevur tvíhildið um ætlanina, tí hann sigur, at Ísrael er eitt land, sum er í fremstu røð á mongum økjum, og ein sendistova í Ísrael kann vera við til at birta undir eitt fjøltáttað samstarv, og eina fjøltáttaða samvinnu, ímillum Føroyar og Ísrael.
Tað hevur Niels Winther onga avgjørda meining um. Hann sigur, at tað verður ikki fyrr enn samband er fingið í lag ímillum føroyskt vinnulív og vinnulív í Ísrael, at tað fer at vísa seg um tað ber til at menna samhandilin.