Danska veðurstovan DMI roknar við hampuligum veðri í næstu viku. Serliga seinni í vikuni er møguleiki fyri góðveðri.
DMI sigur, at mánadagin verða 3-8 m/s av vestri ella ymsum ættum. Samdrigið og regn, um kvøldið klárari í veðrinum. Hitin um dagin verður millum 5 og 7 stig. Um náttina ælaveður og millum 2 og 5 stig.
Týsdagin verða 5-10 m/s av útnyðringi. Skiftandi skýrák og einstøk æl, møguliga vátakavaæl. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 stig.
Mikudagin 5-10 m/s av útnyðringi, sum fer í norðan. Skýggjað og einstøk æl, møguliga vátakavaæl. Hitin millum 4 og 8 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Hósdagin verða 3-8 m/s av vestri ella ymsum ættum. Nakað av sól, men møguliga einstøk æl. Hitin millum 2 og 7 stig.
Fríggjadagin verða 3-8 m/s av vestri ella ymsum ættum. Nakað av sól og einstøk æl. Hitin millum 3 og 8 stig.