Hampuligt veður í dag

Líkt er til, at mongu gestirnir, sum vitja Fjarðastevnuna, Varmakeldustevnuna, Føroya Regatta, Summarcup og øll hini mongu tiltøkini sum eru í dag og í morgin, fáa tveir góðar dagar.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, út á kvøldið eitt skifti upp í strúk vindi, 13 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið, men møguliga onkrir sólglottar. Um kvøldið fer at regna, men um náttina klárar í aftur. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina um 10 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men fyrrapartin kanska okkurt æl. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum makar í lot til gul, undir 6 m/s. Fyrrapartin yvirhøvur turt og sólglottar, men seinni skýggjað og møguliga regn ella sirm av og á. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Týsdagin

Lot til gul av útsynningi, undir 6 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og um náttina møguliga regn ella sirm. Hitin millum 10 og 13 stig.