Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar at regn verður mikudagin, men annars verður arbeiðsvikan turr. Um vikuskiftið verður aftur vátt.
Týsdagin seinnapartin verða millum 5 og 10 metrar um sekundið av útnyrðingi, yvirhøvur turt og sólglottar, hitin millum tvey og fimm stig.
Miludagin fyrrapartin verður 10 til 15 metrar um sekundið av suðri og reg. Seinnapartin nakað minni vindur av útsynningi og sólglottar, men eisini ælingur. Hitin millum 8 og 11 stig.
Hósdagin verður millum átta og 13 metrar um sekundið av útsynningi, yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum seks og níggju stig.
Fríggjadagin verður upp í ein strúk av útsynningi, leygardagin upp í skrið ella storm. Ælingur og hitin millum fýra og átta stig.
Týsnáttina fór eitt lágtrýst, 981 hPa. við Suðuroyggjar eystureftir. Mikunáttina kemur eitt brúgvalag sunnanfyri Ísland yvir Føroyar.