Guernsey: Sum fyrsta kappingin sunnudagin var einkultstarturin í súkkling avgreiddur sunnumorgunin á L?Eree, sum liggur á útnyrðingshorninum Guernsey.
Heilt uttan dramatikk var hendan kappingin ikki. Og einamest var hetta orsakað av smølu vegunum, sum fleiri av fremmandafólkunum hava havt nakað av fortreið av. Fyri Terry Wright av Guernsey kom tað í øllum førum dátt við, at ein bilur brádliga sneiddi fram fyri hann. Úrslitið var ein samanstoytur, og tó at hesin tíbetur ikki var so álvarsligur, at súkklarin fekk nakran snudd, so fekk hann ikki hildið fram í kappingini. Seinnapartin sunnudagin kom løgreglan við almennari útmeldan, og hendan tókist sýna, at tað var súkklarin sjálvur, sum hevði ábyrgdina av hesum. Í øllum førum varð sagt, at vegurin var opin, og at tað so í øllum førum ikki var bilførarin, sum hevði gjørt nakað skeivt.
Tíbetur sluppu føroysku luttakararnir undan slíkum slag av dramatikki. Føroyingarnir í kapping sunnudagin vóru tríggir í tali. Gunnar Dahl-Olsen, Eli Christiansen og Sverri Mohr Edvinsson.
Av teimum trimum var Gunnar tann, sum hevði bestu tíðina. Ein tíma, seks minuttir og 32 sekund tók tað honum at gjøgnumføra teinin, og hetta rakk til eitt pláss sum nummar 18 á listanum yvir teir 43 súkklararnir, sum komu á mál. Fremstur av hesum var sum vant Andrew Roche av Isle of Man, sum er í einum flokki fyri seg í einkultstartinum. Tíðin hjá hesum var 1.00.45, og tað var nærum hálvan annan minutt betri enn næstbesti súkklarin.
Sverri Mohr Edvinsson kom á mál við tíðini 1.10,18, og rakk tað til eitt pláss sum nummar 28, meðan Eli Christiansen kom á mál sum nummar 34 við 1.12,52.
Bogi Kristiansen og Jens Sigurd Simonsen tóku ikki lut í krevjandi einkultstartinum, soleiðis at teir ístaðin kunnu spara nakað av kreftum til komandi kappingarnar.