Hampiligur upsafiskiskapur

Onkrir partrolarar, djúpvatnstrolarar og garnaskip koma inn at landa í næstu viku.

- Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er hampiligur. Skipini fáa lítið av hvítum fiski í løtuni.

 

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.

 

- Fýra djúpvatnstrolarar fiska upsa, og ein fiskar svartkalva og kongafisk. Tveir við upsa koma helst at landa síðst í næstu viku, og hinir landa neyvan fyrr enn í vikuni eftir.

 

Lagt verður aftrat, at Magnus Heinason kemur inn at landa miðskeiðis í næstu viku. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju, og helst fer onkur út aftur, tá veðrið batnar.

 

Fiskamarknaður Føroya visti fríggjadagin at siga, at allir teir smáu trolbátarnir tá lógu við bryggju, og teir fara útaftur, tá veðrið batnar.

 

- Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði. Fiskiskapurin er smáligur, og bæði skipini landa síðst í næstu viku, verður lagt aftrat.