Hampiligur streymur men umskiftandi veður

- Streymurin verður hampiligur, men veðrið verður umskiftandi. Útlitini til útróður er ikki tey bestu.

Hetta er ein stórur dagur hjá útróðrarbáti, sum landar á Eiði. Flotta myndin er nøkur ára gomul.

Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap undir Føroyum.

 

- Annað skipið kemur helst inn at landa mánadagin og hitt, sum nýliga er byrjað túr, kemur antin síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at trý frystilínuskip eisini eru til fiskiskap. Eitt fiskar í íslendskum sjógvi, og eitt er í føroyskum sjógvi.

 

- Streymurin verður hampiligur, men veðrið verður umskiftandi. Útlitini til útróður er ikki tey bestu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

 

 

 

Hetta er ein stórur dagur hjá útróðrarbáti, sum landar á Eiði. Flotta myndin er nøkur ára gomul.