Hampiligt vikuskiftisveður

Um vikuskiftið verður fyri tað mesta turt og sólglottar

- Tað verður hampiligt veður hetta vikuskiftið.

 

Tað sigur veðurfrøðingurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen.

 

Í morgin verður tað yvirhøvur turt og onkrir sólglottar. Hitin fer at liggja millum 4 og 7 stig.

 

Sama veðrið verður sunnudagin. Tó verður eitt vet heitari, tí hitin kemur at liggja millum 5 og 8 stig.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurforsøgnina frá Petur Skeel Jacobsen.