Hampiligt vikuskiftisveður

Tað verður umskiftandi veður næstu dagarnar

Veðurfrøðingurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, boðar frá hampiligum veðrið um vikuskiftið.

 

Í morgin fríggjadagin eitt lítið lot og sólglottar. Seinnapartin veksur hann vindin, og okkurt æl verður. Tað verður ikki kalt, tí hitin kemur at liggja millum 8 ora g 11 stig.

 

Fyrrapartin leygardagin verður turt og sólglottar, men seinnapartin verður vindur og regn. Hitin fer at liggja millum 8 og 11 stig.

 

Til ber at hoyra Petur Skeel Jacobsen greiða frá veðrinum við at trýsta á pílin undir myndini.