Hampiligt vikuskiftisveður

Kunnu vænta sólglottar og regn

Veðrið hetta vikuskiftið verður heilt hampiligt.

 

Í morgin verður yvirhøvur turt og sólglottar, men um kvøldið verður nakað av vindi, og tað fer at regna. Hitin fer at liggja millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin verður fyri tað mesta ælingur, men onkur sólglotti. Tað verður eitt vet heitari í veðrinum, millum 8 og 11 stig.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurfrøðingin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, greiða frá veðrinum næstu dagarnar.