Veðrið mánadagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, kavi ella vátakavi. Hitin millum frostmarkið og fýra stig.
Veðrið týsdagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og kavaælingur ella vátakævi. Hitin millum frostmarkið og fýra stig.
Veðrið mikudagin:
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, regn ella vátakavi. Hitin millum eitt og fýra stig.
veðrið hósdagin og fríggjadagin:
Hósdagin frískar hann vindin av landsynningi, fríggjadagin upp í hvassan vind. Regn ella vátaslettingur av og á, og hitin millum eitt og fimm stig.










