Hampiligt veður um vikuskiftið

DMI roknar við, at sólin kagar fram í dag

Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið verður hampiligt um vikuskiftið.

 

DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av vestri ella útsynningi. Seinnapartin minni vindur av suðri. Skýggjað og regnæl, men sum frálíður klárari og sólglottar. Í kvøld 5-10 m/s av suðri og landsynning, í nátt 8-13 m/s og regn í støðum. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

Sunnudagin vera 8-13 m/s av suðri. Eitt skifti minni vindur. Samdrigið og disut og regn av og á. Hitin verður millum 6 og 9 stig.