Hampiligt veður valdagin

Norska veðurstovan www.yr.no sigur ikki frá besta valveðri komandi leygardag. Tað verður eftir øllum at døma regn, vindur og ráligt veður. Henda norska veðurstovan hevur útgerð sum kann lýsa veðrið í Føroyum fleiri dagar fram.

Sambært metingum, sum tey veðurkønu hava gjørt, verður nakað av avfalli og vindi allan valdagin. Hitin fer at liggja millum 5 og 8 stig.

Náttina til valdagin, tá mong plaga at handa valplakatir upp verður helst regn og 14 metrar um sekundið av landsynningi. Sama veður verður fyrrapartin, tá tað eisini verða 5 stig.

Eftir døgurða snarar hann í ein útsynning, hann minkar vindin og avfallið nakað, meðan hitin hækkar upp í 8 stig. Sama veðrið verður eftir kl. 18, tó lækkar hann hitan niður í 6 stig.

Hinvegin lovar hann betri veður og heldur meiri vind sunnudagin. Um morgunin kemur sólin so líðandi fram, og seinnapartin verða sólarglottar, samstundi sum hann hækkar upp í landnyrðing. Hitin verður allan dagin um seks stig.

Men sum altíð ? tað er trupult at spáa, serliga um veðrið! Kanska fáa vit kortini gott veður leygardagin.