Leygardagin verður lítil vindur av ymsum ættum. Tað verður haraftrat turt og sólarglottar, kortini við møguleika fyri mjørkaflókum.
Hinvegin verður rættiliga lýtt, millum 9 og 12 stig.
Sunnudagin veksur hann vindin nakað av útsynningi, men tað verður framvegis turt og sólarglottar.
- Mánadagin veksur hann vindin uppaftur meiri av útsynningi og suðri, men eg vænti at tað verður turt framvegis, sigur veðurmaðurin.
Týsdagin og mikudagin verður hvassur vindur við 10 til 14 hitastigum. Týsdagin verður turt, men mikudagin ælingur.