Hampiligt bátastevnuveður í morgin

Sambært DMI í kvøld verður eftir øllum at døma hampiligt bátastevnuveður í morgin, tá ársins fyrsta bátastevna verður hildin, og bátarnir fara at sigla regatta úr Skálafirði og út á Toftir. DMI sigur um veðrið í morgin, at tað verður gul til stívt andøvsgul av eystri, sum snarar í ein landsynning, 5-10 m/sek.

Tað verður skýggjað, og roknast kann við ælaveðri fyrrapartin og kanska eisini út á dagin.

Leygarkvøldið minkar lotið niður í gul til andøvsgul, 3-8 m/sek. Tað verður klárari, og hitin fer at liggja um 7-11 stig alt samdøgnið.

Viðhvørt kunnu veðurvánirnar ?snýta?, og um veðrið kanska lagar seg heldur frægari, enn útlitini eru fyri morgindagin, kunnu bátastevnufólk fáa heilt hampiligt veður.

Í øllum førum bendir einki á, at tað verður nakar vindur at tosa um, og vit kunnu vóna, at ælaveðrið, sum DMI sigur, kanska ikki fer at roynast so drúgt kortini.