Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum út á dagin lækkar í ein útsynning. Turt og sólglottar og hitin millum 4 og 8 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, um náttina upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Sum frá líður dregur samanum og í nátt fer at regna. Hitin millum 5 og 8 stig.
Í morgin
Hann makar fyrrapartin vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin framvegis skýggjað og regn, men sum frá líður klárar í og onkrir sólglottar, men eisini okkurt æl. Hitin millum 7 og 9 stig. Í annaðkvøld og mánanáttina øtlaar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, sum um kvøldið makar í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin um 9 stig. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 3 til 8 m/s. Ælaveður og yvirhøvur skýggjað, men stundum klárari. Hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum út á kvøldið og náttina øtlar í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, men móti morgni makar nakað aftur. Fyrrapartin yvirhøvur turt og sólglottar, men sum frá líður skýggjað og um kvøldið eitt skifti regn. Um náttina samdrigið og møguliga okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum lækkar í ein sunnan og síðani slær yvir í ein eystan. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Fyrst turt og kanska sær sólin eina løtu, annars skýggjað og um kvøldið og náttina regn. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 11 stig.
Hósdagin
Hann makar vindin í lot til andøvsgul av vestri og norðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og í løtum regn. Hitin um dagin millum 7 og 11 stig, um náttina niður í 2 stig.