Tað var stutt eftir klokkan 08 í morgun, at boðað varð frá grind í Hestfirði. Fjørðurin rak suður, og tað tók ikki langa tíð, til grindin var á Kirkjubønesi.
Nógvir bátar komu til grindina, og tað eydnaðist at snara henni norður yvir, soleiðis at hon um middagsleitið í dag legði beinini í Sandágerði.
Seinnapartin hevur verið arbeitt við at sleipa hvalirnar yvir á Vestaru Bryggju, har teir verða merktir og skornir upp, tá seðlarnir eru komnir út.
Á løgreglustøðini í Havn í morgun varð hildið, at grindin var hampiliga stór, soleiðis sum menn greiddu frá, og sum skilst liggur hon um 200-300 hval.