Føroya Trol
Átta partaeigarar standa aftanfyri felagið, P/F Føroya Trol, sum hevur heimstað í Vestmanna.
Teir, sum eiga felagið, eru P/F Meðalsbrekka, Vestmanna, Sp/f AHJ 2004, Tórshavn, P/F JFK, Klaksvík, H/F Hampiðjan, Reykjavík, Søren Havmand, Tórshavn, René Havmand, Tórshavn, Herman Brekku, Tórshavn og Jón Brekku, Tórshavn.
Nevndarformaður er Helgi Brekku. Hinir í nevndini eru Tummas Christophersen, Hanus Hansen, Herman Brekku, Søren Havmand, og síðan er eisini eitt umboð fyri H/F Hampiðjan í nevndini.
Søren Havmand er stjóri í felagnum.
Tríggjar orsøkir
Felagið keypti fyri einum ári síðan ein stóran bygning inni á Fjørð í Vestmanna – bygningin, sum vestmenningar rópa Snikkaravirkið.
Gólvvíddin er umleið 1900 fermetrar.
Fiskivinnuskúlin leigar hølir í bygninginum, og verður skúlin verandi har, til nýggjur skúli er bygdur.
Stigtakararnir til P/F Føroya Trol siga, at tríggjar orsøkir vóru til, at nýggja trolvirkið kom at liggja í Vestmanna.
- Tummas Christophersen er sum kunnugt vestmenningur, og hann er sera áhugaður í, at virksemið økist í Vestmanna. Sjálvur eigur hann saman við øðrum fleiri trolarar.
Søren Havmand og Helgi Brekku, stjóri og nevndarformaður, siga, at leitað varð leingi eftir egnaðum hølum til trolvirkið.
- Møguleikar vóru kanska at byggja í Havn, inni á Sundi ella í Kollafirði, men hetta hevði tikið tíð - og hevði verið kostnaðarmikið. Tá ið Tummas vísti á møguleikarnar í Vestmanna, varð farið í gongd við at ogna sær eini av húsunum, sum standa inni á Fjørð.
Ein triðja orsøk til, at virkið liggur í Vestmanna, siga teir báðir er, at bygdin altíð hevur verið ein trolarabygd burtur av.
- Nógvir trolarar hava gjøgnum tíðirnar verið heimahoyrahoyrandi í Vestmanna, og tí eru tað nógvir vestmenningar, sum duga at fáast við trol.
Hampiðjan ein risi
Sum stigtakarar til virksemið, fegnaðust Søren og Helgi um at hava fingið tveir so royndar skiparar og vinnulívsmenn, sum Tummas Christophersen og Hanus Hansen, við. Teir hildu nevniliga, at teirra royndir, bæði á sjógvi og landi, eru gull verdar fyri eitt virkið sum hetta. Annars eru allir føroyingarnir í felagnum royndir trolmenn - við undantak av nevndarformanninum.
Stigtakararnir siga, at íslendska fyritøkakan, Hampiðjan eftir føroyskum viðurskiftum er ein risafyritøka innan trolvirkið við virksemi í fleiri londum.
- Samstarvið við Hampiðjuna letur fleiri dyr út í heimin upp fyri okkum. Fyri tað fyrsta fáa vit atgongd til innkeyp av rávøru til sámiligar prísir, eins og vit hava fingið lykilin til úthurðina á stóru verksmiðjuni, sum Hampiðjan eigur í Litaviu – og í hesum liggja stórir møguleikar.