Hampfræ eru lóglig

Ein dómur í Føroya rætti frá 2014 staðfestir, at tað ikki er ólógligt, hvørki at innflyta hampfræ ella at hava tey í varðveitslu, so leingi ein ikki ætlar at dyrka plantur úr teimum.

 

Tí er tað gjørligt hjá alsamt fleiri føroyingum at hava hassjplantasjur heima, løgreglan fær ikki forða teimum at taka fræini inn í landið. Hetta er tó millum málini, sum Heilsu- og Innlendismálaráðið ætlar sær at endurskoða, tá rúsevnislistin skal dagførast.

  

Tað var í samband við stóru rættarmálini um hassjplantasjur í 2014, at Føroya rættur kom til hesa niðurstøðuna. Tað er altso ikki brot á rúsevnislógina at eiga hampfræ, men tað er ólógligt at dyrka plantur úr teimum.

 

Í 2014 vóru níggju fólk ákærd fyri at hava hassjplantasjur. Tá var ein teirra nevniliga ákærdur fyri at hava 219 hampfræ heima hjá sær sjálvum. Hann var tó frídømdur fyri hesa ákæruna. Onnur, sum høvdu nýtt hampfræini, vórðu dømd fyri tað.

 

Í 2014 sendi ákæruvaldið 30 mál um skunkplantasjur til Føroya rætt at taka støðu til. Talan var um níggju fólk, ið høvdu 734 skunkplantur tilsamans. Hetta vóru fyrstu málini av slíkum slag í føroysku rættarskipanini og løgdu tey tí støðu undir, hvør revsingin fyr slík brotsverk er í Føroyum.

 

Tey níggju fólkini fingu dómar úr 4.500 krónum í bót til treytaleysa fongsulsrevsing í átta mánaðir. Ein kvinna varð frídømd. Hon var ákærd saman við soni sínum, men hvørki Føroya rættur ella seinni Eystari Landsrættur hildu, at ákæruvaldið megnaði á fullgóðan hátt at prógva, at hon kendi til hassjplantasjuna hjá soninum.