Við hesum bjargaði Green eisini einum stigi í 1-1 javnleikinum móti Tottenham í dag.
Tottenham miðverjin, Michael Dawson hevði hálað Tottenham aftur í dystin, við einum skallara í 67. minutti, eftir innlegg frá Jermaine Jenas. Hetta var aftaná at at Younes Kaboul hevði framt eitt mistak í fyrra hálvleiki, ið hevði við sær at Carlton Cole kundi leggja heimaliðið á odda á Upton Park í London.
Kjansirnar trutu ikki í báðum endum á vøllinum. West Ham var undir trýsti, men tó ikki meira enn so at teir vóru sera vandamiklir, tá teir fingu mótálop. Serliga Matthew Etherington, Luis Boa-Morte og Carlton Cole eru vandamiklir í slíkum støðum, tá teir hava so øðiligan skjótleika.
Tottenham hava eisini nakrar stak dugnaligar leikarar, tí tá nøvn sum Jermaine Defoe og Darren Bent sita á bonkinum, ber tað brá av at støðið er høgt. Hetta eru leikarar, ið eru sera vandamiklir við ov nógvum plássi í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum
Hvussu er og ikki, so skuldu Tottenham nokk havt vunnið dystin, tí í tíðini, ið dómarin hevði lagt afturat, fingu teir brotspark, eftir at just innskifti Jermaine Defoe varð blivin feldur. Defoe valdi sjálvur at skjóta, og West Ham málverjin Robert Green gjørdi ikki mætari enn at bjarga skotinum frá fyrrverandi West Ham leikaranum, Defoe.
Úrslitið hevur við sær at Tottenham eru á einum 14. plássi í Premier League, meðan West Ham eru á einum 10. plássi.
Ein annar dystur var eisini spældur í London í kvøld, og vóru tað Fulham, ið vóru vertir fyri Blackburn. Dysturin var javnur, og endaði eisini við 2-2, eftir at Fulham tvær ferðir vóru á odda í dystinum. Í hálvleikinum var støðan enn 0-0, men stutt eftir steðgin, skoraði Danny Murphy frá 11 metra blettinum, áðrenn Brett Emerton javnaði fyri gestirnar.
Mark Hughes hevur eftir dystin úttalað seg um 2-1 málið til Fulham, tí hann metti, at tá bólturin av fyrstu ferðina varð spældur frameftir, var Diomansy Kamara rangstaddur. Hvussu var og ikki, so varð ikki dømt fyri hesum, og málið varð góðtikið. 11 minuttir fyri leiklok fekk so ungi Stephen Warnock javnvág á máltalvuna, tá hann fekk javnað fyri Blackburn, fyri aðru ferð í dystinum.
Mark Hughes sigur seg ikki vera so øðiliga ónøgdan við úrslitið, tí hann metti at Blackburn spældu sera væl. Hann er tó harmur um off-side dómin, ið ikki varð dømdur.
Blackburn eru við javnleikinum komin upp á 9. pláss, meðan Fulham eru á einum 13. plássi.