Í dag er styrki landsdystur millum Føroyar og Danmark í høllini á Hálsi. Tað eru Bogi Hammer og Jákup Súni Berg, sum skulu kappast móti Nicolai Hansen og Mikkel Leicht.
Kappast verður í fimm ymiskum greinum har hjól skulu koppast, tunnur skulu lyftast og 200 kilo tung lodd skulu upp gjøgnum trappur.
Bæði Bogi Hammer og Jákup Súni Berg eru í góðum formi fyri tíðina. Teir hava báðir tikið nýggj føroysk met seianstu vikurnar.
Landsdysturin byrjar klokkan 16.00 í dag.










