Leygardagin stendur slagið um hvør eigur sterkastu menn í kongaríkinum. Styrkilyfting og sterkir menn hevur ikki sama áhuga, sum tá Regin Vágadal dystaðist við teir sterkastu í heiminum fyri einum fullsettum Gundadali í Atlantic Giant.
Hvørt mansbarn fór frá húsum fyri at síggja hesar menninar lyfta, skumpa og tveita lutir, sum vanligt fólk høvdu ringt eftir kranabili fyri at fingið upp frá.
Í nøkur ár hevur áhugin verið vaksandi og nøvn sum Jákup Súni Berg og Bogi Hammer eru meiri og meiri at síggja í fjølmiðlunum. Jákup Súni hevur tvey ár á rað vunnið heitið sum Føroya sterkasti maður. Tað hevur millm annað gjørt hann høvðusleikaran í lýsingarherðferðini hjá Burger King í SMS.
Mikudagin høvdu Bogi og Jákup Súni sína seinastu venjing í einum goymslirúmi á Hjalla. Tað er nakað kalt inni í hølinum, men Bogie r skjótur at svara, at umstøðurnar at venja eru betri enn árini fyri.
Eisini illasperda Kringvarpið er komið við myndatóli, at fáa feskar myndir av risunum báðum, sum skulu leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til landsdystin leygardagin.
Ein dystur deildur upp í fimm
Tað verður kappast í fimm ymiskum greinum. Tann fyrsta er at koppa einum 416 kilo tungum dekki seks ferðir so skjótt sum gjørligt.
Grein tvey er at halda tveimum tunnum upp á áleið 180 kilo í part. Tann, sum heldur longst vinnur.
Grein trý er at hála ein lastbil, sum er í gear, yvir ein tein. Grein fýra er at lyfta seks bobensir, sum viga 100 kilo í part, ganga sjey metrar og leggja tær á ein platt, ið er ein metur høgur.
Grein fimm er eitt sindur øðrvísi, tí talan er um eina stafett har báðir luttaka í senn. Annar skal ganga átta metrar við einum loddi, sum vigar 200 kilo, meðan hin skal lyfta tað upp nøkur trin á eini trappu, sum vanliga verður nevnd fyri »Power stairs«.
Tað landið, sum vinnur flest av greinunum vinnur eisini landsdystin.
Fleilurin í fleiri av hinum kappinginum, sum hava verið farnu árini er, at tað er so drúgv tíð frá tí tað byrjar til at tað endar. Hesa ferð er tað gjørt so at landsdysturin ikki verður lengri enn í hálvan annan tíma við einum steðgi. Dysturin byrjar longu klokkan 16.000 og tað gevur øllum jólagestinum stundir at fara heim og gera seg klárar til allar tær ymisku jólaveitslurnar, sum eru á skránni.
»Power stairs«
Tá Sosialurin er á vitjan mikudagin er tað seinasta greini, sum verður vand. Vanligt er, at menn binda frið í eina viku upp til kapping, men í hesum førinum hava Jákup Súni og Bogi valt at gera eitt undantak. Tað er serliga taktikkurin, sum skal leggjast. Talan er um tungarlutir, sum skulu berast og lyftast. Bara ein feilur ella ein misskiljing kann kosta sigurin.
Royndarkoyringin eydnast ikki heilt væl. Serliga Jákup Súni, sum tvær ferðir skal renna átta metrar við 200 kilo tunga loddinum, ið er ónøgdur. Ein løtu seinni ger hann eina roynd sjálvur, og tá eydnast væl betri.
At verða við til eina slíka kapping kann ikki samanberast við lyfta eina vekt í eini venjingarstøð. Báðir danskararnir eru væl sterkari í greinum sum Bonkpress, Squat og deadlift, men tað merkir ikki at teir eru eins nógv betri til tær fimm greinarnar, sum verða til landsdystin.
– Tað er øðrvísi tá tú skal koppa einum dekki enn at flyta eina stong frá A til B. Tað kann henda so nógv meiri við dekkinum. Tú kanst miss takið, koma skeivt niður og missa taktina. Tað ger alt stóran mun, sigur Bogi Hammer eftir venjingina.
Hesin landsdysturin kemur eisini at verða ein mátistokkur fyri hvussu hugurin er at gera slíkt aftur. Jákup Súni og Bogi siga seg verða í sínum lívsformi, so er spurningurin um tað er nokk til at vinna á favorittinum úr Danmark.
- - -
FAKTA:
Jákup Súni Berg
Aldur: 32 ár
Vekt: 120 kilo
Hædd: 184 cm
Bogi Hammer
Aldur: 35 ár
Vekt: 120 kilo
Hædd: 193









