Svenska felagið Hammarby spældi seg um vikuskiftið víðari til triðja umfar í Intertoto Cup. Í fyrsta umfari vann Hammarby á KÍ, og nú stóð írska liðið Cork fyri tørni. Fyrri dysturin í Írlandi endaði vði javnleiki 1-1, og leygardagin vann Hammarby 1-0 á heimavølli ímóti Cork. Í triðja umfari skal Hammarby spæla ímóti hollendska liðnum Utrecht. Fyrri dysturin verður leygardagin á útivølli.









