Eitt yvirlit er nú gjørt yvir hvørji 10 fótbóltsfeløg í norðurlondum hava flest heimaáskoðarar. Tølini vísa, at felagið hjá arbeiðarastættini í Stockholm, Hammarby hevur flest áskoðarar til sínar heimadystir, tá sammett verður við onnur feløg í norðurlondum. Hetta er eitt satt bragd av áskoðarunum hjá Hammarby, tí felagið spælir í næstbestu svensku fótbóltsdeildini, Superettan.
Her sæst yvirlitið yvir tey 10 fótbóltsfeløgini í norðurlondum, sum hava flest heimaáskoðarar. Yvirlitið vísur gjøgnumsnittstalið av áskoðarum. Vert er at geva gætur, at Stockholm eigur trý av teimum fýra best stuðlaðu liðunum í Norðurlondum, Hammarby, AIK og Djurgården :
| Hammarby (Svøríki) | 19 307 |
| AIK Solna (Svøríki) | 16 250 |
| Rosenborg (Noreg) | 13 855 |
| Djurgården (Svøríki) | 13 628 |
| Malmö FF (Svøríki) | 13 583 |
| FC København (Danmark) | 13 442 |
| Brøndby (Danmark) | 12 335 |
| Brann Bergen (Noreg) | 11 224 |
| IFK Göteborg (Svøríki) | 10 667 |
| Vålerenga (Noreg) | 10 628 |









