Hamilton var á odda frá byrjan til enda, og hóast Kimi Räikkönen lá beint í hølunum á honum frá byrjan til enda, megnaði Ferrari koyrarin ongantíð veruliga at avbjóða um oddasessin. Eina løtu eftir seinasta pitsteðg var heilt tætt teirra millum, og koyringin var líka við at gerast spennandi, men eingin verulig roynd spurdist burturúr.
Við tveimum skjótum bilum Alonso í McLaren og Felipe Massa í Ferrari á ávikavist sætta og fjúrtanda plássi, vóru nógvar yvirhálingar í væntu, men eingin av hesum báðum megnaði at gera nakað serligt um seg. Alonso endaði á fjórða plássi, meðan Massa ikki so frætt sum kom í stigini.
Hamilton hevur nú 80 stig, meðan Alonso hevur 73 stig. Ferrari koyrararnir Räikkönen og Massa hava ávíkavist 59 og 60 stig.
Úrslit
1 Lewis Hamilton - McLaren-Mercedes vinnari, 10 stig
2 Kimi Räikkönen - Ferrari +0.7 sekund, 8 stig
3 Nick Heidfeld - BMW +43.1 sekund, 6 stig
4 Fernando Alonso - McLaren-Mercedes +44.8 sekund, 5 stiig
5 Robert Kubica - BMW +47.6 sekund, 4 stig
6 Ralf Schumacher - Toyota +50.6 sekund, 3 stig
7 Nico Rosberg - Williams-Toyota +59.1 sekund, 2 stig
8 Heikki Kovalainen - Renault +68.1 sekund, 1 stig
9 Mark Webber - Red Bull-Renault +76.3 sekund
10 Jarno Trulli ? Toyota +1 umfar
11 David Coulthard - Red Bull-Renault +1 umfar
12 Giancarlo Fisichella - Renault +1 umfar
13 Felipe Massa - Ferrari +1 umfar
14 Alexander Wurz - Williams-Toyota +1 umfar
15 Takuma Sato - Super Aguri-Honda +1 umfar
16 Sebastian Vettel - STR-Ferrari +1 umfar
17 Adrian Sutil - Spyker-Ferrari +2 umfør
18 Rubens Barrichello ? Honda +2 umfør
Givnir
Vitantonio Liuzzi - STR-Ferrari +28 umfør
Anthony Davidson - Super Aguri-Honda +29 umfør
Jenson Button - Honda +35 umfør
Sakon Yamamoto - Spyker-Ferrari +66 umfør