Formil 1
Nýggja stjørnuskotið í formil 1, Lewis Hamilton var ein sera nógv eftirspurdur maður í sambandi við sponsku formil 1 koyringina, og tað er ikki uttan orsøk. Ungi bretin er fyrsta veruliga vónin um ein heimsmeistara í bretar hava havt síðan Damon Hill. Í sjálvari koyringini megnaði Hamilton við einum øðrum plássi at tryggja sær einsamallur at eiga odddasessin í HM. Hetta ger Hamilton til yngsta koyrara, ið nakrantíð hevur ligið á odda í HM. Eisini er hetta fyrstu ferð síðan í 1959, at ein formil 1 koyrari, ið onga koyring hevur vunnið liggur á odda í HM. Hamilton hevur verið tann mest støðugi av koyrarunum í ár við triðja plássi í Avstralia og við øðrum plássum í Maleisia, Barein og nú í Spania. Samstundis hava Räikkönen, Alonso og Massa býtt sigrarnar millum sín. Tí liggur Hamilton nú á odda tvey stig frammanfyri liðfelagan Alonso og ávíkavist 3 og 8 stig frammanfyri Massa og Räikkönen. Áðrenn hesa koyringina, lá Hamilton ájavnt á stigum við Räikkönen og Alonso, men teirra sigrar gjørdu, at hann ikki átti sjálvan oddasessin.