Hamilton byrjar fremstur

Tað vera teir báðir McLaren-liðfelagarnir báðir, Lewis Hamilton og Fernando Alonso, sum byrja í fremstu røð í morgin, tá ið koyrt verður í Japan.

Hetta gjørdist greitt á einari rennvátari koyribreyt í Japan fyrrapartin, har enski koyrarin vann við 7/100 av einum sekundi frammanfyri spanska liðfelaganum, Fernando Alonso.

 

Ferrari-koyrararnir báðir, Kimi Raikkonen og Felipe Massa, byrja ávíkavist sum nummar trý og fýra.