Tungmálmsbólkurin Hamferð kemur í næstum út við nýggjari fløgu, sum hevur fingið heitið “Evst”.
Fløgan verður verður til taks tann 11. oktober í Føroyum og tann 15. november eisini í Týsklandi, Sveits og Eysturríki.
Á “Evst”, ið er tikin upp í Studio Bloch, eru seks nýggj løg, har eyðkendi dómadagsmálmurin hjá bólkinum er í hásæti.
Á fløguni er Eivør Pálsdóttir við á einum lagi og ORKA gevur sítt serstaka ískoyti til fløguna við ljóði úr føroysku undirgrundini.
Í samband við fløguútgávuna hevur Hamferð útgávukonsert í Norðurlandahúsinum tann 12. oktober og á hesi konsert ber til fyri fyrstu ferð at hoyra og síggja Hamferð spæla alla fløguna.
Afturat sær hevur Hamferð fingið íslendsku Sólstafir, sum við teirra dapra rokki, fara at seta sín serliga dám á tiltakið.
Síðani fer Hamerð á konsertferð kring um í Evropa, har bólkurin skal hava konsert í London, París, Pratteln, Nürnberg, Köln, Wien Hamburg og Aarhus.
Nú tað styttist til útgávuna, hevur Hamferð lagt brellbita á Youtube. Hetta er sjálvt heitislagið, ið kann hoyrast í leinkjuni.