Hamferð útselt í Hamburg

Hamferð hitaði upp fyri Amorphis í Hamburg í gjárkvøldið, og tað var fyri einari fullari Markthalle.

Ljóðmaðurin hjá Hamferð Fríði av Vollanum boðar á Facebook frá, at konsertin í gjárkvøldið var útseld.

 

Hamferð hitaði upp fyri Amorphis í Markthalle í Hamburg. Tá in.fo fyrr í vikuni tosaði við Jón Aldará sangara í Hamferð, gleddi hann seg serliga til konsertirnar í Hamburg, Keypmannahavn og Århus, ið hann væntaði fóru at vera hæddarpunktið á konsertferðini.

 

Ein fullkomiliga útseld Markthalle er ein góð byrjan uppá hesar tríggjar konsertir. Bólkurin fer á pall í Keypmannahavn í kvøld, og tá er eingin ivi um, at nógvir føroyskir útisetar fara at leita sær í High Voltage har konsertin er.

 

Í morgin gongur so leiðin til Århus, har Århusiansku Hatesphere bíða í spælistaðnum Radar í annaðkvøld. Tað er síðsta av 10 konsertum kring Evropa, ið Hamferð hevur spælt í sambandi við fløguúgávuna.