Mong mundu seta rugbreyðsbitan við skerpiskjøti í rangastrúpan, tá Hoyma kunngjørdi, at millum bólkarnar, ið framførdu púra óelektriskt í Gøtu tann dagin seint í heyst, var dómadagsmálmsbólkurin Hamferð.
Kendir fyri eina ógvisliga ljóðmynd, og eitt útrykk, ið liggur langt frá tí fitta og akkustiska, var trupult at ímynda sær, hvussu hetta fór at ljóða.
Men nógv eru tey, ið meta konsertina hjá Hamferð, sum eina tað bestu á Hoyma, og tí er at fegnast um, at bólkurin í dag leitar sær í Spaniastovu at spæla enn eina akkustiska konsert. Staðið kundi illa verið betur valt, tí Spaniastova, man vera eitt av Føroya mest hugnaligu og atmosferisku spælistøðum.
Tí eru karmarnir fullkomnir til konsertina. Hetta verður samstundis eitt høvdið hjá norðingum at uppliva eitt av sínum allarstørstu talentum tann fantastiska Jón Aldará úr Norðoyri, spæla á heimavølli.
Við sær hava Hamferð sangbólkin Fimm Feitar Flugur, ið eru ein peppa havnarkvintett av sangarum.
Konsertin verður í Spaniastovu í kvøld kl. 22, enn eru nøkur atgongumerki eftir. Tey kunnu keypast í Leikalund og bíleggjast á tlf. 457151.