Hamferð sang sólarmyrkingina inn

Meðan øll hugdu eftir sólarmyrkingini, gjørdu Hamferð videolag.

Ikki vóru tað øll starvspláss, sum góvu starvsfólkunum frí undan minniligu og serstøku sólarmyrkingini, men flest øll fingu eina fríløtu tá ið fullkomna sólarmyrkingin fór fram.

 

Manningin úr málmsbólkinum, Hamferð, fór tó leiðina til Kvívíkar, har Kenneth Jørgensen frá Phenexus Production hevði myndatóli við.

 

Burtur úr fingu teir eitt stórsligið tónleikavideo, har lagið Deyðir Varðar verður framført, samstundis sum mánin spakuliga etur seg inn á sólina, ið hvørvur og kemur aftur í aftur.

 

Sí videolagið omanfyri, sum fleiri enn 16.000 fólk longu hava sæð.