Hamferð fáa gott ummæli

Týsk tungmálmsheimasíða ummælir Hamferð konsert í Nürnberg.

Hamferð er í løtuni á konsertferð í Evropa, saman við Amorphis, tungmálmsheimasíðan metal1.info ummælir konsertina sunnukvøldið í Nürnberg, Hirsch

Tungið og melankolski tónleikurin fær góð orð við á vegnum frá ummælaranum, ið sigur at dómadagsmálmurin við sínum ekstremt tungu riffum og øgiligu melankoli er næstan ovmikið fyri lurtaran, men Hamferð megnar í tónleikinum at skapa løtur har tað tykist, sum um har er ein vón.

Eisini røddin hjá Jón Aldará, verður tikin fram og róst fyri sína stóru vídd.

Les ummælið her