Hamferð eru komnir í helvt

Hamferð eru komnir í helvt við sínari konsertferð í Evropa, vit hava tosað við sangaran Jón Aldará, nú tær fyrstu fimm konsertirnar í sambandi við, at Evst er komin út í Evropa eru farnar afturum.

Jón Aldará, letur rættiliga væl at:

- Vit eru sum heild væl nøgdir. Tær fyrstu 3 konsertir hava verið við okkum sum headlineara. Tey sum eru komin hava verið ómetaliga positiv. Í Hollandi og París høvdu vit aðrar bólkar aftrat okkum, og teir drógu sjálvandi eisini lokalt fólk til.  

Á konsertini í Sveits var Hamferð einasti bólkur, ið spældi. Tá var uppmøtingin ikki so góð, men sambært Jón, vóru tey, ið komu á konsertina garrvill.

Tær báðar seinastu konsertirnar hava verið sum upphiting hjá Corvus Corax, ið er ein vælkendur miðaldar fólkatruppur.

- Corvux Corax kundi næstan ikki verið meira øðrvísi enn vit. Fólk eru blíð, men lata til at vera eitt sindur ørkymlaði um valið av upphitingarbólki, greiðir Jón frá.

Seinasta konsertin við Corvux Corax er í kvøld í Wien. Jón dylir ikki, at hann væntar, at besti parturin av konsertferðini er eftir.  

- Serliga Hamburg, Keypmannahavn og Århus vænta vit fara at vera nøkur ordiliga brak, sigur Jón.