Fyrsta kvøldið á G! er komið at enda, og tað var eingin annar enn føroyski Tungmálms bólkurin, Hamferð, ið áttu síðstu tónarnar í kvøld.
Veðrið er av tí allar besta, nú sólin er farin niður, og Hamferð er komin upp á pallin á sandinum. Tað er stúgvandi fult av fólkið um alt festivaløkið, og fólk eru í sera góðum hýri. ímeðan tungu brølini hjá dugnaliga forðsangarinum, Jón Hansen, hoyrast um alla Syðrugøtu, hoyrist eisini nógvur látur og prát, tí fólk hugna sær óført.
Hóast Hamferð er seinasta navnið í kvøld, verða uttan iva gott lív í til tann ljósa morgun.










