Seinasta leygarkvøld var fyrsta útgávan av tungmálmskappingini Wacken Metal Battle Føroyar hildin í Sjónleikarahúsinum.
Tiltakið varð útselt. Tað vóru sostatt upp ímóti 300 fólk komin saman til ein nærmast mini tungmálmsfestival við teimum mest aktivu bólkunum samlaðar undir einari tekju. Stemningurin var ógvuliga lívligur og jaligur, og vóru eisini nógvar góðar framførslur hetta kvøldið.
Átta bólkar kappaðust um finalupláss á heimskenda Wacken Festival í norðurtýsklandi. Eitt panel á fimm dómarar, fýra útlendskir við drúgvum royndum innan tónleikaídnaðin, vóru samdir um, at her var nógv talent at síggja. Vinnarin gjørdist Hamferð við sínum dragandi og myrka dómadagsmálmi.
Vinnandi bólkurin skal nú skal til Týsklands sum føroyskt umboð at kappast um ein plátusáttmála frá Nuclear Blast Records. Norðurlandahúsið stuðlar í hesum sambandi bólkinum við ferðing millum Danmark og Føroyar. Harafrat ferðast bólkurin eisini ókeypis til Wacken Festivalin ígjøgnum donsku fyritøkuna Livescenen, ið árliga skipar fyri busstúrum til festivalin.
Stigtakarnir til tiltakið, ið eru Tutl, Norðurlandahúsið og Ljóð-Tøkni, eru sera væl nøgdir við tiltakið, eins og áskoðarafjøldin, ið hevur saknað eitt tiltak, ið setir føroyska tungmálmin í fokus.
Vónandi stimbrar hetta umhvørvið innan føroyskan tungmálmstónleik, soleiðis at eitt Wacken Metal Battle 2013 sær dagsins ljós næsta ár, siga stigtakarnir.