Hamferð hava hesa vikuna verið á konsertferð í Týsklandi, konsertferðin byrjaði hesaferð í Club Zentral í Stuttgart. Í kvøld trýna teir á pallin á Metal Inferno í Paderborn, har eftir gongur leiðin til Belgia, og síðan til Holland har teir eisini spæla konsertir.
Bassisturin, Ísak Petersen, er ikki við á hesi ferðini av persónligum orsøkum, ístaðin er Jenus í Trøðini við, og tað er sera væl móttiki. Jenus í Trøðini hevur áður verið bassistur í Hamferð, so hann kennir til tónleikin hjá bólkinum.
Hóast konsertinar hava verið mitt í viku, virkar til at undirtøkan til konsertirnar hevur verið góð. Teir næstu dagarnar skula Hamferð spæla á tveimum festivalum, heldur enn einstakar konsertir.
- Tað verður spennandi at síggja hvussu ørđvísi tað er at spæla til festivalarnir, samanborið við konsertirnar vit júst hava spælt, sigur Remi Johannesen, trummuspælari í Hamferð.
Tungumálmur er væl dámdur í Belgien og Hollandi, sigur Remi Johannesen. Seinast Hamferð var í Hollandi og spældi, var konsertin útseld, so tað verður spennandi at koma aftur at spæla. Tað eru nógv ár síðani Hamferð seinast vóru í Belgien og spældu, hesaferð skula teir spæla á einum dómadagsmálms-festivali, sum í fleiri ár hevur roynt at fingið teir at spæla, men tíanverri hevur tað ikki ligiđ fyri.
- Tað er stuttligt at spæla sum høvuðsnavn til ymiskar konsertir, har flestu áhoyrarirnir eru komnir serliga fyri at hoyra okkum, huglagiđ er eisini øđrvísi tí fólk eru meira við í konsertini, sigur Remi Johannesen
Eftir hesa konsertferð, skula Hamferð á eina styttri konsertferð í norðurlondum, tað verður fyrstu ferð Hamferð spæla konsert í Svøríki, sum teir eru sera spentir at gera. Svartmálm koma við á tað konsertferðina, sigur Remi Johannesen, vit eru ógvuliga glaðir fyri at hava teir viđ. Vit hava verið á ferð við teimum fyrr, og tað hevur rigga væl.