-Hamferð kann ikki blíva betri

Hamferð spældi fyri stuttum á Iceland Airays Festivalinum, og bólkurin hevur fingið ógvuliga góð skotsmál frá ummælara hjá heimasíðuni airwaves.grapevine.is.

 

Ummælarin sigur, at hann í byrjanini var skeptiskur móti føroyska bólkinum.

 

Ummælarin sigur, at ljóðmaðurin, sum var til konsertina var ræðuligur, og tá ið Hamferð trein á pallin helt hann, at ljóðmaðurin brádliga gjørdist betri, tí bólkurin ljóðaði frálíkt.

 

Síðani varnaðist ummælarin, at Hamferð hevði sín egna ljóðmann við, og samansjóðingin millum frálíka ljóðmannin og góða bólkin gjørdi framførsluna framúr góða.

 

Ummælarin hevur góð orð at bera øllum bólkinum, og skrivar, at hann og áskoðararnir vóru samd um, at bólkurin er so góður, at hann í roynd og veru ikki kann gerast betri.

 

Les alt ummælið her: airwaves.grapevine.is/airwaves2011/crack-sounds/