Tungt, sint, svart. Hamferð er gott og ærligt og heilt víst tað tyngsta, sum er á føroyska pallinum í løtuni. Til slíkan tónleik krevst gott ljóð. Ljóðið var í ordan, men bólkurin hevði kanska fingið betri ljóð, um hann var á stóra pallinum.
Bólkurin er nýggjur, men hann er tungur, og hevur avgjørt uppborið teir festivalmøguleikar, sum hann hevur fingið í ár.
Eg hevði viljað hoyrt hendan bólkin á størri palli og størri ljóði, tó at framførslan í tjaldinum á Summar Festivalinum ikki var heilt OK.
Bólkurin er goður og gjøgnumførdur. Tað er so gleðiligt, at tað av og á koma slíkir bólkar, sum ikki bara eru harðir og myrkir,men har tað býr okkurt undir, so að merkist, at bólkurin meinar tað hann fæst við.
Hesa ferð flaksaði Flagstjaldið. Góð framførsla og væl var tað, at hon var flutt frá klokkan 20 til 00:00. Tað hóskaði betri til myrka tónleikin og skýmandi festivalin. Ærlig framførsla!










