Hamas ynskir ikki frið við Ísrael

Í samrøðu við New York Times siga umboð fyri Hamas, at tey ynskja eina permanenta støðu við kríggi móti Ísrael, og tey siga seg vóna, at arabiski heimurin vil standa við teirra lið.

Í einari størri samrøðu við ávísina, New York Times, siga umboð fyri Hamas, at tey ynskja eina "permanenta støðu við kríggi" móti Ísrael.

 

- Eg vóni, at støðan við kríggi móti Ísrael verður varandi á øllum frontum, og at arabiski heimurin vil standa við okkara lið.

 

Tað sigur ein talsmaðurin fyri Hamas, Taher El-Nounou, við New York Times.

 

Ein annar Hamas-limur, Khalil al-Hayya, sigur við ávísina, at Hamas vil broyta alla støðuna - og ikki bara hava ein samanbrest, sum hann tekur til.

 

Hann leggur aftrat, at stríðið ikki snýr seg um at bøta um støðuna í Gaza, men at tað snýr seg um at broyta alla støðuna.

 

Í dag sigur Ísrael, at landð hevur ongar ætlanir um at endurhertaka Gaza ella hava eftirlitið við Gaza yvir eina longri tíð.

 

Tað siga umboð fyri ísraelsku myndugleikarnar sambært Reuters.