Myndina av Vebjørn Selbekk eigur Ingrid Wollberg/TV2 í Noregi.

Hamas visti hvat fór at henda

Blaðstjórin á Dagen í Noregi og ísraels-vinurim, Vebjørn Selbekk, sigur, at tað er eingin ivi um, hvør hevur liðið mest í Miðeystri seinastu sjeyti árini.

 

Myndina av Vebjørn Selbekk eigur Ingrid Wollberg/TV2 í Noregi.

Vebjørn Selbekk heldur tað vera ræðuligt at síggja allar myndirnar, sum vísa líðingarnar av krígnum í Gaza. 

 

- Hetta eru heilt ófatiligar, ómenniskjansligar líðingar, sum vit eru vitni til, sigur hann og vísir til myndir av soraðum bygningum, dripnum børnum og bumbingum av sivilum økjum kring um í Gaza.

 

Tað, sum hendir í Gaza, skakar blaðstjóran fyri kristnu og konservativu norsku ávísina, Dagen. Ísraels-vinurin heldur hendingarnar, sum heimurin er vitni til, vera ræðuligar.

 

Sivilir palestinar eru í skotlinjuni, tá Ísrael leypir á. Stór orka verður løgd i at raka tey, sum stóðu aftanfyri álopið á Ísrael hin 7. oktober. 

 

Sambært palestinskum heilsumyndugleikum eru 4000 børn dripn í krígnum.

 

- Eg havi ógvuliga stóra virðing fyri teimum líðingum, sum palestinska fólkið fer ígjøgnum, sigur Vebjørn Selbekk, sum er gestur í einum podkasti í vikuni.

 

Hann ásannar, at líðingarnar hjá palestinum hava verið størstar gjøgnum søguna.

 

Vebjørn Selbekk heldur tó, at palestinar mugu bera høvuðsábyrgdina av tí, sum hendir, tó at hann heldur, at ísraelar ikki eru ósekir í lagnunum.

 

- Hetta eru líðingar, sum Hamas má taka ábyrgdina av. Teir vistu væl, hvat fór at henda, tá teir slátraðu sivilfólk í Ísrael hin 7. oktober, sigur hann.

 

Meira um hetta kann lesast á norsku heimasíðuni - www.tv2.no

 

 

 

 

 

 

 

Myndina av Vebjørn Selbekk eigur Ingrid Wollberg/TV2 í Noregi.